Dystaskráin fyri minnu steypakappingina hjá kvinnum er nú klár. Fyrsta umfar verður spælt mikudagin 20. august


Í fjør bleiv fyri fyrstu ferð skipað fyri einari minni steypakapping fyri kvinnur. Kappingin er fyri liðini, sum eru í niðara bólkinum í endaspælinum í landskappingini, og í 1. deild.

Hvussu spælt verður í minnu steypakappingini í ár, varð avgreitt við lutakasti fyrr í vikuni. Tað vóru Heðin Arge og Jakoba Svensdóttir, ið tóku sær av lutakastinum, ið háttaði seg soleiðis, at í fyrsta umfari, sum verður spælt mikudagin 20. august, møtast B36 og 07 Vestur, og B68 og ÍF.

Í hálvfinalunum skal vinnarin í dystinum millum B36 og 07 Vestur, møta vinnarinum í dystinum millum ÍF og B68, meðan hin hálvfinalan verður millum FC Suðuroy og FC Hoyvík.

Fyrru hálvfinalurnar verða spældar 3. septembur, og seinnu hálvfinalurnar verða 14. septembur. Finalan í minnu steypakappingini hjá kvinnum verður á Tórsvølli leygardagin 27. septembur.

Til stuttleika kann nevnast, at í 2004 og 2005 bleiv skipað fyri einari líknandi steypakapping fyri menn, ið kallaðist FSF steypakappingin. Kappingini var fyri fremstu liðini hjá feløgunum, ið høvdu sítt besta lið í næst- ella triðbestu deildini, umframt næstbesta liðið hjá feløgunum, hvørt besta lið var í fremstu deildini. B71 vann kappingina í 2004, og árið eftir fór B68 avstað við FSF steypinum.