Higartil hava umleið 2.700 KÍ- og Víkingafjepparar tryggjað sær pláss á Tórsvølli komandi fríggjakvøld, tá finalan um Løgmanssteypið er á skránnni


Tað verður uttan iva góður hýrur á Tórsvølli komandi fríggjakvøld, tá finalan um Løgmanssteypið er á skránni.

Sølan av atgongumerkjum hevur eisini gingið væl, og fyrrapartin týsdagin høvdu umleið 2.700 KÍ- og Víkingafjepparar tryggjað sær pláss til ársins steypafinalu hjá monnum.

Í sambandi við finaluna eru áskoðaraplássini á eystursíðuni á Tórsvølli býtt ímillum Víkinga- og KÍ viðhaldsfólkini. Bólkarnir 101 til 104 eru settir av til ljósabláu Víkingarnar, meðan bólkarnir 105 til 108 eru ætlaðir kongabláu KÍ’arunum.

Bólkarnir eru 114, 115 og 116 eru ætlaðir uttanveltaðum áskoðarum.

Atgongumerki fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo og á atgongumerki.fo.

Kostnaðurin er 100 krónur fyri vaksin, og ókeypis fyri børn, 14 ár og yngri. Tó skal viðmerkjast, at hóast atgongumerki til børn er ókeypis, skulu hesi skrásetast í nethandilinum, og vísast við dyrnar.