Appin FSF Fótbóltur, ið er tøk til bæði Apple og Android, hevur fingið góða móttøku. Higartil er appin tikin niður næstan 8.000 ferðir


Fyri tveimum árum síðani menti Fótbóltssamband Føroya eina app, nevnd FSF Fótbóltur, og sigast má, at appin hevur vakt ans og fingið góða móttøku millum føroyskar fótbóltsfjepparar. Higartil er appin tikin niður næstan 8.000 ferðir.

FSF Fótbóltur er ætlað øllum, sum hava áhuga í føroyskum fótbólti – frá fjepparum og spælarum til venjarar og foreldur. Appin gevur brúkaranum skjóta og lætta atgongd til úrslit, dystarskráir, hagtøl og tíðindi frá FSF.fo frá øllum deildum og aldursbólkum undir Fótbóltssambandi Føroya.

Ein av best umtóktu funkunum í appini er møguleikin at fylgja sínum yndisliði og fáa beinleiðis kunning um dystir, mál og broytingar í støðuni.

Við appini er føroyskur fótbóltur fluttur eitt stig fram á leið í talgildingini, og er eisini liður í arbeiðinum hjá FSF at gera fótbóltin meira atkomuligan og sjónligan fyri øll.

FSF Fótbóltur appin, ið er ókeypis, kann takast niður á App Store og Google Play ella við at skanna QR koturnar niðanfyri.

App Store

Google Play