Fyri stjóran, Sjúrð Olsen, og øll starvsfólkini í Bygma Balslev er tað stóri áhugin fyri fótbólti, ið hevur verið viðvirkandi til, at fyritøkan, sum hevur høvuðssæti í Hoyvík, er vorðin ein av høvuðsstuðlunum hjá MeistaraDeildunum hjá kvinnum og monnum
——————
Grein úr Fótbóltsblaðnum 2026
– Eg kann ikki lúgva meg frá, at eg eri AB’ari um ein háls, og nakað av mínari frítið verður eisini brúkt inni í Vika á Argjum. Í dag eru tað tó serliga synirnir, sum eru meira virknir í felagnum. Men mær dámar eisini væl at fara til dystir í Klaksvík, Gøtu, Runavík og aðrastaðni – eisini tá AB ikki spælir – tí mær dámar væl fótbólt, og eg fylgi væl við, sigur Sjúrður Olsen.
Við árunum er hann eisini komin at kenna nógv fólk í fótbóltsumhvørvinum, og tað ger tað altíð hugaligt at fara til dystir. Tað er fyrst og fremst fyri sjálvan fótbóltin, men eisini fyri at møta øðrum, sum hava líka stóran brennandi áhuga fyri hesari fantastisku ítróttini.
Bygma Balslev er ein stór fyritøka við sterkum virðum, ið veruliga hevur sligið sítt navn fast í føroysku byggivinnuna. Fyritøkan telur í dag fimm deildir: timburdeild, byggibúð, handverkarabúð og gólvdeild, umframt ein modernaðan timburhandil í Vági, Bygma-Suðuroy.
Til so nógv virksemi er neyðugt við ídnum og dugnaligum starvsfólki — og sum frá er liðið, er starvsfólkatalið nú komið upp um 80.
Stuðulin til MeistaraDeildina
Fyri Sjúrð Olsen hevur tað týdning at vera við, har tingini henda. Eisini tá talan er um føroyskan fótbólt á hægsta stigi.
– Tá vit fingu møguleikan at gerast høvuðsstuðul hjá Meistaradeildini hjá bæði kvinnum og monnum, tóku vit av beinanvegin. Við hesum kunnu vit stuðla øllum feløgunum, og tað eru vit errin av, sigur Sjúrður Olsen, ið væl kennir til tær avbjóðingar, sum fótbóltsfeløgini dagliga stríðast við.
– Eftir nógv ár í fótbóltsumhvørvinum, kennir man til nakað av tí, sum leiðslurnar í feløgunum brúka sína orku uppá. At vit sum fyritøka kunnu hjálpa til, eru vit sjálvandi glað fyri, sigur Sjúrður Olsen.
Fótbóltsblaðið 2026 fæst ókeypis í Telebúðunum í SMS, í Runavík, í Klaksvík og á Tvøroyri, og hjá Bygma Balslev og í Telebuðini í Hoyvík.




