Farna vikuskiftið skipað Fótbóltssamband Føroya fyri árligu barna- og ungdómsráðstevnuni. Undirtøkan var góð – umleið 90 venjarar luttóku

——————

Fyri níggjundu ferð seinastu tíggju árini bleiv farna vikuskiftið skipað fyri ráðstevnu, har ljós varð varpað á barna- og ungdómsfótbólt.

Fríggjadagin vóru framløgur og venjing á skránni, sum venjarar úr HB, í samstarvi við FSF, stóðu fyri, og seinni um kvøldið varð skipað fyri hugnaløtu við undirhaldi, spurnarkapping og sosialari samveru.

Leygardagin vóru aftur áhugaverdar og viðkomandi framløgur og venjingar á skránni. 

Høvuðsnavnið á ráðstevnuni hesaferð var bretin, Graeme Carrick, ið hevur drúgvar royndir sum venjari á hægsta stigi í Englandi.

Í sínum framløgum og venjingum legði Graeme Carrick millum annað dent á menningina av spælarum, ið eru komnir upp í eldru ungdómsárini.

Skála og AB høvdu eisini hvør sína framløgu, har tey greiddi frá ymiskum viðurskiftum um barna- og ungdómsfótbólt, sum virka væl í teirra feløgum, og harafturat greiddu umboð fyri FSF frá um Droym Stórt verkætlanina, og Fair Play í barnahædd og Tryggur Ítróttur átøkini.

Les eisini: Øll hava sama endamál (FSF varpið)

Myndir: Hans Erik Danielsen