Klokkan 10 mánamorgunin fara Eyðun Klakstein og Ólavur Mikkelsen at kunngera hóparnar til komandi HM- og EM-uppgávur, sum eru á skránni í komandi mánað
Í døgunum 9. til 14. oktobur verður nógvur landsliðsfótbóltur á heimavølli á skránni.
Hósdagin 9. oktobur klokkan 19:45 tekur manslandsliðið ímóti Montenegro á Tórsvølli, og sunnudagin 12. oktobur klokkan 17:00 kemur Kekkia á vitjan.
Eisini U21 landsliðið, ið hevur fingið eina flúgvandi byrjan upp á verandi EM undankapping, skal á vøllin aftur í næstum.
Fríggjadagin 10. oktobur klokkan 17:00 taka okkara U21 dreingir ímóti Frankaríki á Djúpumýru í Klaksvík, og týsdagin 14. oktobur klokkan 18:00 spæla Føroyar og Sveis á Tórsvølli.
Í hesum sambandi verður skipað fyri tíðindafundi í Trinstovuni á Tórsvølli í morgin, mánadagin 29. septembur klokkan 10:00. Á tíðindafundinum fara Ólavur Mikkelsen og Eyðun Klakstein at kunngera hóparnar til komandi EM og HM uppgávur.
Atgongumerki til A-landsdystirnar fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo og á atgongumerki.fo.