Tap í fyrra dystinum og 2-2 javnleikur í seinna dystinum var úrtøkan hjá U15 landsliðnum við dreingjum, sum í farnu viku spældi tveir venjingardystir á útivølli ímóti Ungarn


– Lat tað verða sagt beinanvegin, at í fyrra dystinum vann Ungarn greitt. Kortini vóru onkrir glottar at hóma. Í mun til mótstøðuna var verjuspælið á einari leið, og at spæla bóltin fram eftir vøllinum riggaði eisini rímuliga væl.

– Í seinna dystinum fóta vit okkum, eftir at vit tíðliga í dystinum koma afturút við tveimum málum. Avrikið var gott, verjuparturin var væl skipaður, og vit skora eisini tvey góð mál. Samanumtikið ein góður innsatsur frá okkara spælarum.

Tað sigur venjarin hjá U15 landsliðnum við dreingjum, Jógvan Martin Olsen, tá hann skal seta orð á teir báðar venjingardystirnar á útivølli ímóti Ungarn, sum vóru á skránni í farnu viku.

Eftir ein málleysan fyrra hálvleik í fyrra dystinum, megnaðu ungarar at skora trý mál eftir steðgin og vunnu 3-0. Í seinna dystinum hilnaðist væl betri. Ungarn kom á odda við tveimum málum beinanvegin, men okkara dreingir reistu seg og kláraðu at fáa ein 2-2 javnleik heim við.

Føroysku málskjúttarnir vóru Jógvan Linklett Mortanson og Lukas Kambsgarð Joensen.

– Spælararnir hava ment seg nógv hetta árið. Vit hava havt drúgvar fyrireikingar, og vant nógv við úrvalsvenjingum og landsliðsvenjingum. Harafturat hava vit eisini spælt fleiri venjingardystir ímóti eldri árgangum. So samanumtikið hevur hetta verið eitt spennandi og mennandi landsliðsár fyri hesar dreingirnar, sigur Jógvan Martin Olsen.

Myndir: Ingi Arge