Christian Høgni Jacobsen er venjari hjá U17 landsliðnum við dreingjum, sum skal møta Estlandi, Bosnia og Íslandi í fýralandakapping, ið verður í Føroyum frá 27. februar til 4. mars
– Vit hava fyrireikað okkum væl. Fleiri venjingar hava verið á skránni, og eg haldi, at allir í hópinum eru væl fyri og klárir til uppgávuna.
Tað sigur Christian Høgni Jacobsen, venjari hjá U17 landsliðnum við dreingjum, sum fríggjadagin spælir fyrsta dystin í fýralandakappigini millum Føroyar, Estland, Bosnia og Ísland, sum næstu dagarnar verður á Tórsvølli.
Áðrenn kappingina, ið er ein menningarkapping, fyriskipað av UEFA, er ilt at meta um, hvør er favorittur. Men fyri føroyska liðið verður talan uttan iva um sterk mótstøðulið, ið mangan hava givið okkara spælarum høvuðbrýggj. Kortini ætlar venjarin ikki, at liðið bara skal leggja seg aftur at verja.
– Í venjingunum hava vit gamaní lagt stóran dent á verjuspælið, tí vit vita, at mótstøðan verður sterk. Men vit skulu eisini vera djarvir og tora at spæla. Vit hava nógvar góðar bóltspælarar á liðnum, so tað átti ikki at veri nakar trupulleiki, sigur Christian Høgni Jacobsen við heimasíðuna hjá FSF.
Dystaskráin
27. feb. Estland – Føroyar (14:00)
27. feb. Ísland – Bosnia H. (17:00)
1. mars Estland – Ísland (12:15)
1. mars Føroyar – Bosnia H. (15:00)
4. mars Bosnia H. – Estland (11:00)
4. mars Føroyar – Íslandi (15:00)
Atgongumerki fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo. Kostnaðurin er 50 krónur fyri vaksin, meðan børn og ung (0-17 ár) hava ókeypis atgongd. Tó skulu børn og ung skráseta seg fyri einum atgongumerki, sum fæst í nethandlinum.
Myndir: Hans Erik Danielsen




