“Virkin januar” er eitt átak, sum koyrir í tíðarskeiðnum 1. til 31. januar. Átakið tekur støði í boðskapunum í ABC fyri sálarliga heilsu hjá Heilsustýrinum, sum eru: ver virkin, ver saman og ver hugbundin

——————

Hvønn dag í januar leggur Fótbóltssamband Føroya eina “story” út á Facebook, Instagram og TikTok vangarnar hjá FSF.

Hesar “story” vísa á uppskot um, hvussu tú hvønn dag í januar kanst gera smáar gerðir, sum kunnu styrkja tína sálarligu heilsu og gera, at tú kennir teg betri. Og sjálvandi eru okkara uppskot fótbóltsrelaterað.

Fyrstu “story” liggja longu á Facebook, Instagram og TikTok, og vit byrja við hugtakinum “Ver saman”.

Fylg við, tí onkrar dagar verða eisini kappingar í samband við Virkin Januar hjá FSF.

Les meir um átakið hjá Heilsustýrinum her: ABC fyri sálarliga heilsu (heilsustyrid.fo)