Føroyska U21 landsliðið var væl við, men tá avtornaði vunnu fransmenn ein tepran 1-0 sigur, og eru nú nummar eitt í bólkinum


– Vit eru øgiliga væl nøgdir við avrikið í dag, har allir spælararnir arbeiða knallhart, og um væl vildi til, so fingu vit eitt stig heim við.

Soleiðis sigur Ólavur Mikkelsen, venjari hjá U21 landsliðnum, sum mánakvøldið møtti Frankaríki á útivølli.

Úrslitið gjørdist 1-0 til fransmenn, sum stutt fyri leiklok fingu eitt heldur ivasamt brotsspark, sum Mathys Tel, ið spælir fyri enska stórfelagið Tottenham Hotspur, setti í netið.

Føroyska liðið dúvaðið upp á umstillingar og deyðbóltar, og í trimum førum var heilt nær við, at okkara dreingir lupu hvøkk á teir umleið 7.000 áskoðararnar á Des Alpes Stadion í Grenoble. Men bólturin vildi tíverri ikki í franska málið

Næsti dystur hjá U21 landsliðnum verður 27. mars komadi ár, á útivølli móti Sveis.

Stigatalva og leikskrá