Eyðun Klakstein og Oddbjørn Joensen hava úttikið U19-liðið, sum skal luttaka í NM-kappingini fyri U17-landslið
Í ár verður áriga NM-kappingin fyri U17-landslið spæld í Føroyum, og fyri at fáa talið av liðum at ganga upp, soleiðis at átta lond verða í hvørjum bólki, hevur vertslandið sum oftast tvey lið við í kappingini.
Og eins og fyri seks árum síðani, tá kappingin eisini varð spæld í Føroyum, verður føroyska U19-landsliðið eisini partur av NM-kappingini.
Í hesum sambandi hava venjararnir, Eyðun Klakstein og Oddbjørn Joensen, úttikið hópin, sum í døgunum 6. til 11. august skulu royna seg ímóti okkara grannatjóðum.
Teir 18, ið skulu umboða føroyska U19-landsliðið, eru:
| NAVN | FELAG |
| Eirikur Magnusarson | TB Tvøroyri |
| Teitur J. Olsen | TB Tvøroyri |
| Poul Ingason | TB Tvøroyri |
| Ragnar Tausen | TB Tvøroyri |
| Jákup Højgaard (málv.) | B36 Tórshavn |
| Rasmus Dan Sørensen | B36 Tórshavn |
| Tórur Justesen | KÍ Klaksvík |
| Poul N. Mikkelsen | KÍ Klaksvík |
| Magnus Egilsson | HB Tórshavn |
| Rói av Fløtum | HB Tórshavn |
| Sonni Ragnar Nattestad | 07 Vestur |
| Hørður Askham | 07 Vestur |
| Hendrik á Fríðriksmørk | Skála |
| Jón Áki Jacobsen | FC Suðuroy |
| Allan J. Hansen | EB/Streymur |
| Andrias Høgnason Eriksen | Varde (DK) |
| Niklas Thomsen (málv.) | HIK (DK) |
| Marcus Bruun Rasmussen | Suså IF (DK) |
Fyrsti dystur hjá U19-landsliðnum verður í Gundadali í Havn mánadagin 6. august, klokkan 15:00, har føroyska liðið skal royna seg ímóti Danmark.



