Ólavur Mikkelsen hevur úttikið 20 mans til dystirnar móti Ungarn og Frankaríki, sum eru á skránni seinni í mánaðinum
Hósdagin í komandi viku skal føroyska U21 landsliðið fyri fyrstu ferð spæla venjingardyst móti øðrum landi, tá Ungarn tekur ímóti á Új Hidegkuti Nándor Stadium í Budapest.
Men venjingardysturin ímóti ungarum er samstundis góð fyrireiking til EM undankappingardystin móti Frankaríki, sum er á skránni fýra dagar seinni, mánadagin 17. novembur.
Ólavur Mikkelsen stendur á odda fyri føroyska U21 liðnum, og fyrrapartin mánadagin kunngjørdi hann teir 20, ið eru boðsendir til komandi uppgávur.
Og samanborið við hópin seinast, hevur venjarin gjørt tríggjar broytingar. Jóhan Josephsen er skaddur, meðan Aron Benjaminsen og Dávid Reynheim hesaferð eru úttiknir til U19-landsliðið.
Hópurin
Rasmus Olsen, FC Suðuroy
Hans Jákup Arngrímsson, Víkingur
Aron Reinert Hansen, B68 Toftir
Jákup Norðoy Vilhelmsen, B68 Toftir
Ingi Arngrímsson, Víkingur
Jónas Prior, 07 Vestur
Virgar Jónsson, EB/Streymur
Marjus Nón, B68 Toftir
Bjarti Thorleifsson, Skála
Torkil Úlvur Holm, TB Tvøroyri
Jógvan Gullfoss, B36 Tórshavn
Mattias Hellisdal, Västerås SK (Svøríki)
Árni Nóa Atlason, Egersunds IK (Noreg)
Dávid Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík
Heini Sørensen, HB Tórshavn
Ejvind Restorff Mouritsen, HB Tórshavn
Hanus Højgaard, B68 Toftir
Áki Samuelsen, Ranheim Fotball (Noreg)
Djóni Samuelsen, B68 Toftir
Thomas Bjørn Miezan, EB/Streymur


Myndir: Jóhanna Thomsen



