Fyrrapartin kunngjørdi Ólavur Mikkelsen, U21 landsliðsvenjari, hópin til EM undankappingardystirnar móti Íslandi og Luksemborg, sum verða á útivølli ávikavist 4. og 9. septembur


Hósdagin í næstu viku spælir føroyska U21 landsliðið fyrra av tveimum EM undankappingardystum, sum eru á skránni í hesum umfarinum.

Føroyar fingu eina góða byrjan upp á undankappingina til EM 2027, eftir at Ólavur Mikkelsen og hansara menn í fyrsta dystinum, sum varð spældur á Djúpumýru í Klaksvík tíðliga í juni, vunnu 2-1 á Estlandi.

Teir báðir dystirnir, ið eru á skránni hesaferð, eru báðir á útivølli. Hósdagin 4. septembur tekur Ísland ímóti á Thrótturleikvøllinum í Reykjavík, og týsdagin 9. septembur møtast Luksemborg og Føroyar á Frontiere Stadion í Luksemborg.

Nýggir í hópinum hesaferð eru Torkil Úlvur Holm úr TB, Ejvind Restorff Mouritsen úr HB, og Dávid Reynheim, ið spælir fyri italska felagið Torino FC.

Hópurin
Rasmus Olsen, FC Suðuroy
Hans Jákup Arngrímsson, Víkingur
Aron Reinert Hansen, B68 Toftir
Jákup Vilhelmsen, B68 Toftir
Ingi Arngrímsson, Víkingur
Virgar Jonsson, EB/Streymur
Bjarti Thorleifsson, Skála ÍF
Torkil Úlvur Holm, TB Tvøroyri
Jónas Prior, 07 Vestur
Jógvan Gullfoss, B36 Tórshavn
Mattias Hellisdal, Västerås SK (Svøríki)
Árni Nóa Atlason, Víkingur
Dávid B. Andreassen, KÍ Klaksvík
Heini Sørensen, HB Tórshavn
Ejvind Mouritsen, HB Tórshavn
Hanus Højgaard, B68 Toftir
Áki Samuelsen, Ranheim Fotball (Noreg)
Jóhan Josephsen, B68 Toftir
Aron Benjaminsen, Kristiansund BK (Noreg)
Dávid Reynheim, Torino FC (Italia)

A-landsliðsvenjarin, Eyðun Klakstein, og U21 landsliðsvenjarin, Ólavur Mikkelsen á tíðindafundi í Trinstovuni á Tórsvølli – Mynd: Jóhanna Thomsen