Eftir málleysan fyrra hálvleik, tapti føroyska U21 landsliðið hósdagin 3-0 í venjingardysti ímóti Ungarn
– Vit spældu ein góðan fyrra hálvleik, har vit í stóran mun megna at halda ungarum frá málmøguleikum. Í seinna hálvleiki avrika vit ikki nóg væl, og tískil vinnur mótstøðuliðið uppiborið. Allir fingu spælitíð, so hóast tap, so hava vit fingið nógv burturúr hesum venjingardystinum.
Tað sigur Ólavur Mikkelsen, venjari hjá føroyska U21 landsliðnum, sum hósdagin tapti 3-0 í venjingardysti ímóti Ungarn.
Í hálvleikinum stóð á jøvnum 0-0, men stutt eftir hvíldina komu heimamenninir á odda, og tá avtornaði stóð 3-0 til Ungarn á máltalvuni á Új Hidegkuti Nándor Stadion í Budapest.
Næst á skránni er EM undankappingardysturin á útivølli móti Frankaríki, sum verður á Des Alpes Stadion í Grenoble mánakvøldið klokkan 20:00.



