Føroyska kvinnulandsliðið tapti fríggjadagin 1-0 fyri Litava í Baltic Cup 2025, sum í hesum døgum er í Kaunas
Fyrr í vikuni fór A-landsliðið við kvinnum til Litava, har Baltic Cup 2025 er á skránni. Umframt Føroyar og Litava, eru hini bæði baltisku londini, Estland og Lettland eisini við kappingini.
Kappingin verður skipað sum tvær hálvfinalur, og síðani spæla vinnararnir eina finalu, meðan hini bæði liðini møtast í dysti um 3. og 4. plássið.
Í hálvfinalunum møttust Føroyar og Litava, og Estland og Lettland. Litava vann 1-0 á Føroyum, og í hinum dystinum vann Lettland 1-0 á Estlandi.
Mánadagin klokkan 11:00 møtast Føroyar og Estland í dystinum um 3. og 4. plássið, og seinni á degnum spæla Litava og Lettland finaluna í Baltic Cup 2025.
Myndir: Jóhanna Thomsen



