U17 genturnar hava ikki fingið eina dreymabyrjan upp á EM endaspælið. Kortini er talan um nakrar djarvar gentur, ið fara á vøllin at stríðast ímóti yvirmaktini


Undan EM endaspælinum varð roknað við, at føroyska mótstøðan fór at verða sterk. Og soleiðis hevur eisini verið. Fyrst taptu Føroyar 10-0 fyri Noregi, og síðani 9-0 fyri Eysturríki.

Kortini hava føroysku genturnar verið fyrimyndarligar. Tí tað krevur veruligt dirvi, at bjóða seg fram til eina sovorðna uppgávu, sum EM endaspælið er. Líka mikið, hvussu døpur útlitini hava verið, so hava tær stríðst og strevast, og hugsanin at geva upp, hevur ongantíð verið til staðar.

Og hvat er tað so fyri mótstøða, ið okkara gentur møta, og hvat fáa genturnar og vit burtur úr, at hýsa kappingini. Hesum og øðrum spurningum hevur FSF Varpið sett Pæturi Clementsen, sum er tekniskur stjóri í Fótbóltssambandi Føroya.

Tí hóast tað ikki hevur gingið eftir vild, so kunnu vit vera errin av Eyðvør Jakobsen og okkara gentum.