Ein sigur á Slovakia í kvøld er minsta kravið, um føroyska kvinnulandsliðið skal spæla seg víðari í UEFA Nations League kappingini
– Vit fara sjálvandi eftir sigrinum og møguleikanum at spæla okkum víðari í kappingin. Men uppgávan er stór, tí vit vita, at móðtstøðuliðið er gott, so tað skal veruliga kempast og stríðast, um vit skulu fáa úrtøku burtur úr.
Tað sigur Pætur Smith Clementsen, venjari hjá A-landsliðnum við kvinnum, sum í kvøld klokkan 18 spælir seinasta dystin – í øllum førum fyribils – í hesari UEFA Nations League kappingini.
Um Føroyar vinna á Slovakia í kvøld, er góður møguleiki fyri, at okkara kvinnur spæla seg víðari í kappingini sum ein av bestu 2’arunum.
Í roknskapinum millum londini, sum er á 2. plássi í teimum ymisku bólkunum í deild C, eru tað bara stigini ímóti nummar 1 og 3, sum telja, og undan dystinum í kvøld hava Føroyar 4 stig, meðan Kosovo og Kýpros hava 6 stig hvør.
Tær fyrstu ellivu, ið venjarin sendir á vøllin ímóti Slovakia, eru hesar, eru hesar: Óluva Allansdóttir Joensen verður í mál, og verjuna manna Julia Naomi Mortensen, Sunniva Willemoes, Birita Ryan, Durita Hummeland og Tórunn Højgaard Joensen. Á føroyska miðvøllinum frá byrjan vera Jensa Tórolvsdóttir, Sanna Svarvadal, Sara Samson Lamhauge og Ásla Johannesen, ið eisini er liðskipari, meðan fremst verður Heidi Sevdal.
Á beinkinum sita Gunnvá Lützen, Anna Carolina Brændstrup, Sólja Ernstdóttir, Teresa Jacobsen, Vár Johannesen, Eyðvør Klakstein, Fridrikka Clementsen, Jancy Mohr, Malena Olsen, Rakul Sørensen og Brá Zakariasardóttir.
Slovakia er fremst í bólkinum við 15 stigum, Føroyar hava 10, Moldova hevur 4 stig, og aftast er Gibraltar við ongum stigi.