Fyrrapartin mánadagin kunngjørdi Eyðun Klakstein landsliðshópin til HM undankappingardystin móti Kroatia og venjingardystin móti Kasakstan, sum verða 14. og 18. novembur
– Vit hava spælt okkum í óvanligu støðuna, at nú vit spæla síðsta dystin í hesari undankappingini, hava vit møguleikan at spæla okkum til HM-endaspælið. Vit vita, at møguleikin er lítil, tí vit skulu vinna á einum av heimsins bestu landsliðum á útivølli, og vit skulu hava hjálp frá Gibraltar. Men tá ið møguleikin er har, spæla vit fyri honum. Vit kunnu í øllum førum royna at gera okkara.
Tað segði Eyðun Klakstein, A-landsliðsvenjari hjá monnum, millum annað, tá hann fyrrapartin mánadagin setti navn á teir 23 spælararnar, ið eru úttiknir til undankappingardystin móti Kroatia, sum verður í Rijeka fríggjadagin 14. novembur.
Áðrenn dystin eru kroatar fremstir í bólkinum við 16 stigum, Kekkia hevur 13, meðan Føroyar hava 12 stig. Montenegro er nummar fýra við seks stigum og aftast er Gibraltar við ongum stigi.
Hópurin
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Mattias H. Lamhauge, FC Fredericia (Danmark)
Bjarti V. Mørk, HB Tórshavn
Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Pólland)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Odmar Færø, KÍ Klaksvík
Arnbjørn Svensson, Víkingur
Viljormur Davidsen, NSÍ Runavík
Martin Agnarsson, Aarhus Fremad (Danmark)
Jann Julin Benjaminsen, NSÍ Runavík
Ási Dam, HB Tórshavn
Jákup Biskopstø Andreassen, KÍ Klaksvík
Geza David Turi, Grimsby Town FC (England)
René Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
Noah Mneney, HB Tórshavn
Árni Frederiksberg, KÍ Klaksvík
Jóannes Bjartalíð, Fredrikstad FK (Noreg)
Hanus Sørensen, NK Triglav Kranj (Slovenia)
Adrian Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark
Meinhard Egilsson Olsen, Kolding IF (Danmark)
Jóan Símun Edmundsson, KA Akureyri (Ísland)
Páll A. Klettskarð, KÍ Klaksvík
Petur Knudsen, NSÍ Runavík
Í sambandi við fyrireikingarnar til komandi landsliðsuppgávur, venur landsliðið á Tórsvølli mánadagin, hósdagin og fríggjadagin. Í morgin, týsdagin klokkan 17:00 verður vant á Djúpumýru í Klaksvík.
Myndir: Jóhanna Thomsen



