Tað verða teir somu ellivu sum byrjaðu móti Íslandi, sum í kvøld klokkan 18:30 fáa kjansin ímóti Luksemborg. Dysturin kann síggjast beinleiðis á Rás 1 í Televarpinum
Frontiere Stadion í Esch-sur-Alzette í Luksemborg verður í kvøld klokkan 18:30 karmur um U21 EM undankappingardyst millum Luksemborg og Føroyar.
Føroyska liðið hevur fingið eina framúr góða byrjan upp á undankappingina til EM 2027. Í fyrsta umfari vunnu Føroyar 2-1 á heimavølli móti Estlandi, í fyri lítlari viku síðani vunnu Ólavur Mikkelsen og hansara menn 2-1 á útivølli móti Íslandi.
Í kvøld klokkan 18:30 skal føroyska U21 landsliðið aftur á vøllin – hesaferð á útivølli móti Luksemborg.
Og tað verða teir somu ellivu, sum byrjaði móti íslendingum, ið U21 landsliðsvenjarin, Ólavur Mikkelsen sendir á vøllin í kvøld á Frontiere Stadion.
Hans Jákup Arngrímsson verður í mál, og verjuna manna Hanus Højgaard, Ejvind Restorff Mouritsen, Ingi Arngrímsson, Jákup Vilhelmsen og Virgar Jónsson. Á føroyska miðvøllinum verða Heini Sørensen, Mattias Hellisdal, Árni Nóa Atlason og Áki Samuelsen, sum eisini er liðskipari, og fremsti maður verður Dávid Reynheim.
Eykamenn eru Rasmus Olsen, Torkil Úlvur Holm, Jónas Bjarnason Prior, Aron Reinert Hansen, Bjarti Thorleifsson, Dávid Biskopstø Andreasen, Aron Benjaminsen, Jógvan Gullfoss og Tobias Elmelund Hansen.
U21 EM undankappingardysturin millum Luksemborg og Føroyar byrjar klokkan 18:30, og kann síggjast beinleiðis á Rás1 í Televarpinum.