Hóast føroyska U17 landsliðið við gentum spældi tveir góðar dystir í EM undankappingini, so endaði tað kortini við tveimum ósigrum fyri Slovenia og Íslandi


– Slovenia var ikki nógv betri enn vit, men tær høvdu munin, og tí iðra vit okkum um, at vit ikki fingu eitt betri úrslit. Samstundis eru vit ikki ordiliga nøgd við, at mótstøðuliðini enn einaferð skora ov nógv løtt mál ímóti okkum.

Tað sigur Eyðvør Jakobsen, venjari hjá U17 landsliðnum við gentum, sum í farnu viku tók lut í EM undankapping í Slovenia, har Føroyar vóru í bólki saman við Slovenia og Íslandi.

Fyrri dysturin var ímóti slovensku vertunum, og sum heild leikaði javnt á. Men tá avtornaði vann heimaliðið 3-1. Málið skoraði Sara Benjaminsen, tá hon í seinastu sekundunum minkaði um munin við brotssparki.

Í seinna dystinum gjørdist Ísland ein ov stórur biti. Úrslitið bleiv 6-2 til Ísland, sum var á odda 2-0 í steðginum. Ísland kom eisini á odda 4-0, áðrenn Kára Askham Sigurðsson í tveimum umførum minkaði um íslendsku leiðsluna. Men nærri komu okkara gentur ikki, og í staðin skoraði Ísland tvey mál afturat.

Ísland vann bólkin við seks stigum, Slovenia bleiv nummar tvey og Føroyar nummar trý.

Myndir: Malena Josephsen