Steypafinaluhýrurin er í hæddini, og ein av teimum, sum gleðir seg ómetaliga nógv til fríggjakvøldið, er ídni Víkinga fjepparin, Jógvan Salomon Joensen úr Syðrugøtu


– Um eg ikki roknaði við, at vit fara at vinna, so hevði eg ikki farið á Tórsvølli. Og eg ætli mær suður fríggjakvøldið.

Tað sigur ídni Víkinga fjepparin, Jógvan Salomon Joensen úr Syðrugøtu.

FSF Varpið var ein túr í Sarpugerði mikukvøldið, tá Víkingur hevði sína næst seinastu venjing áðrenn sjálva finaluna.

Og meðan spælararnir kýttu seg undir leiðslu av Jóhan Peturi Poulsen, fingu vit orðið á Jógvan Salomon, sum eisini hevði onkur góð ráð til venjaran hjá Víkingi.

Atgongumerki fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo og á atgongumerki.fo.

Kostnaðurin er 100 krónur fyri vaksin, og ókeypis fyri børn, 14 ár og yngri. Tó skal viðmerkjast, at hóast atgongumerki til børn er ókeypis, skulu hesi skrásetast í nethandilinum, og vísast við dyrnar.

Les eisini: Atgongumerkjasølan gongur væl