Sum fyrireinking til fyrsta HM undankappingardystin, sum verður á útivølli í mars, hava Pætur Smith Clementsen og Jacoba Langgaard úttikið ein bruttohóp við 29 spælarum
——————
Í vár og tíðliga í summar skal føroyska A-landsliðið við kvinnum spæla í alt fýra HM undankappingardystir. Føroyar eru í bólki C4, saman við Grikkalandi og Georgia.
Og sum fyrireiking til fyrsta dystin, sum verður á útivølli ímóti Grikkalandi tann 7. mars, hevur landsliðsvenjarin, Pætur Smith Clementsen, saman við hjálparvenjaranum, Jacobu Langgaard, úttikið ein bruttohóp við 29 spælarum, ið eru boðsendir til fyra venjingar, sum verða í januar mánað.
– Hetta eru tvey spennandi lond, sum vit nú skulu royna okkum ímóti, og vónirnar eru góðar. Vit arbeiða eisini við at fáa onkrar venjingardystir við hóskandi mótstøðu, so vit síggja við spenningi fram ímóti komandi landsliðsári, segði Pætur Smith Clementsen við heimasíðuna hjá FSF í novembur, tá lutakastið til HM 2027 undankappingina hevði verið.
Á nýggjasta styrkislistanum hjá FIFA er Grikkaland nummar 61, meðan Georgia er nummar 121. Føroyar eru í løtuni nummar 105 av teimum 196 londunum, sum taka lut í HM undankappingini fyri kvinnur. HM endaspælið í 2027 verður í Brasil.
Bruttohópurin
Sissal Haraldsen, 07 Vestur
Súsanna Laksáfoss Godtfred, HB
Lisa Haraldsen, HB
Gunnvá Lutzen, HB
Teresa Jacobsen, HB
Rúna Jacobsen, HB
Fridrikka Maria Clementsen, HB
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ
Birita Ryan, KÍ
Durita Hummeland, KÍ
Tóra Mohr, KÍ
Eyðvør Klakstein, KÍ
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ
Sanna Svarvadal, KÍ
Vár Johannesen, KÍ
Jancy Mohr, KÍ
Maria V. Johansen, KÍ
Malena Olsen, KÍ
Jórun Najma Patawary, KÍ
Heidi Sevdal, NSÍ
Jonnhild á Sondum, NSÍ
Julia Naomi Mortensen, NSÍ
Sara Samson Lamhauge, NSÍ
Mona Rasmusdóttir, Víkingur
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Víkingur
Rakul Sørensen, Víkingur
Anna Katrina Mikkelsen, Víkingur
Arnborg Lervig, Víkingur
Birna Tummasardóttir Mikkelsen, Skála
Dystaskráin, HM 2027 undankappingin
7. mars Grikkaland – Føroyar
14. apríl Føroyar – Grikkaland
18. apríl Føroyar – Georgia
5. juni Georgia – Føroyar



