Føroyar endaðu nummar fýra í Baltic Cup 2025, sum júst hevur verið spælt í Kaunas í Litava


Fyrst eitt tepurt 1-0 tap fyri Litava og síðani 0-2 fyri Estlandi.

Nei, tað gekk ikki akkurát sum ætlað hjá føroyska kvinnulandsliðnum, ið farnu dagarnar hevur tikið lut í Baltic Cup, sum hesaferð varð spælt í Kaunas í Litava.

Ímóti Litava var talan um ein javnan dyst, tó við einari lítlari yvirvág til Føroyar. Men í avgerandi løtum eru okkara ikki nóg neyvar.

Í seinna dystinum áttu liðini hvør sín hálvleiki. Estland hevði munin í fyrra hálvleiki, og var eisini fult uppiborið á odda við tveimum málum í steðginum. Men í seinna hálvleiki tóku okkara yvir, og megna eisini at skapa onkrar spentar støður. Men tíverri vildi bólturin ikki í málið.

– Samanumtikið eru vit ikki ordiliga nøgd við ítróttarliga avrikið, men tað eru tó altíð glottar at hóma, sum vit kunnu taka við okkum. Nýggir spælarar fingu møguleikan, og tvær spældu sín fyrsta A-landsdyst. Eisini fingu vit roynt tvær ymiskar leikskipanir, og sum heild eru vit blivin klókari uppá, hvørjar styrkir vit skulu spæla uppá framyvir, sigur venjarin hjá kvinnulandsliðnum, Pætur Smith Clementsen.

Umframt altjóða royndir er Baltic Cup eisini góð fyrireiking til HM undankappingina, sum er á skránni komandi vár. Hvørjum londum føroyska kvinnulandsliðið skal møta, verður avgreitt við lutakasti tann 4. novembur.

Myndir frá dystinum móti Estlandi – Fotografur: Jóhanna Thomsen