Bjarti Thorleifsson og Dávid Reynheim fáa møguleikan frá byrjan í EM undankappingardystinum móti Sveis, sum verður á Tórsvølli í kvøld klokkan 18:00
Føroyska U21 landsliðið fær í kvøld møguleikan at reisa seg eftir tapið fyri Frankaríki farna fríggjadag, tá fransmenn vitjaðu á Djúpumýru í Klaksvík, har teir vístu fótbóltsspæl á høgum altjóða stigi.
Men uppgávan í kvøld er eisini ein av teimum stóru, nú sveisar eru gestir á Tórsvølli. Higartil í kappingini hevur Sveis fingið fýra stig, ið eru komin eftir sigur á Estlandi og málleysan javnleik móti Íslandi.
Samanborið við dystin fyri fýra døgum síðani, hevur U21 venjarin, Ólavur Mikkelsen gjørt tvær broytingar í byrjunaruppstillingini.
Bjarti Thorleifsson avloysir Hanus Højgaard á høgra bakki, og í álopinum kemur Dávid Reynheim inn fyri Jóhan Josephsen.
Hans Jákup Arngrímsson verður í mál, og í verjuni vera Bjarti Thorleifsson, Ejvind Restorff Mouritsen, Ingi Arngrímsson, Jákup Norðoy Vilhelmsen og Virgar Jónsson. Á miðvøllinum vera Heini Fossdalsá Sørensen, Mattias Hellisdal, Árni Nóa Atlason og Áki Samuelsen, ið eisini er liðskipari, og fremstu verður Dávid Reynheim.
Eykaspælarar eru Rasmus Olsen, Hanus Højgaard, Jónas Prior, Aron Benjaminsen, Dávid Biskopstø Andreasen, Jóhan Josephsen, Torkil Úlvur Jespersen Holm, Jógvan Kárason Gullfoss og Aron Reinert Hansen.