Tað verður annaðhvørt Holland ella Noreg, sum í ár verður evropameistari fyri U17 landslið við gentum. Finalan verður á Tórsvølli leygardagin klokkan 18:00


Seinastu tvær vikurnar hevur EM endaspælið fyri U17 landslið við gentum merkt fótbóltsumhvørvið í Føroyum. Sjey av bestu londunum í Evropa hava verið á vitjan, og sum heild hevur gingið sera væl at avgreiða kappingina.

Í alt fimtan dystir eru spældir, og nú væntar bara finalan, áðrenn ein nýggjur evropameistari verður funnin. Síðani 2007, tá UEFA fyrstu fer skipaði fyri EM endaspæli fyri U17 landslið við gentum, hevur Týskland vunnið kappingina átta ferðir, Spania fimm ferðir, meðan Frankaríki og Pólland eiga hvør sín EM sigur.

Londini í finaluni í ár eru Holland og Noreg, sum í bólkaspælinum vóru í bólki saman við Føroyum og Eysturríki. Tá Holland og Noreg hittust í øðrum umfari vunnu tær appilsingulu 2-0.

Holland endaði ovast í bólkinum við fullum stigatali, framman fyri Noreg og Eysturríki, sum fingu 4 stig hvør. Men av tí at norsku genturnar høvdu betri málmun, var tað Noreg, ið tryggjaði sær plássið í hálvfinaluni, har tær bastu Italia 3-1.

Í hinari hálvfinaluni, sum var millum Holland og Frankaríki, stóð á jøvnum 1-1 eftir vanliga leiktíð. Tí mátti brotssparkskapping til, áðrenn ein vinnari var funnin, og tá dróg Oranje longra stráið, og vann at enda 5-4 samanlagt.

EM finalan millum Holland og Noreg verður á Tórsvølli leygardagin 17. mai klokkan 18:00. Atgongumerki fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo og á atgongumerki.fo. Kostnaðurin er einans 40 krónur fyri vaksin og 20 krónur fyri børn.

Les eisini: Tær ganda við bóltinum (áhugaverd samrøða sum FSF Varpið gjørdi við Jacobu Langgaard, har hon lýsir ítróttarliga stigið í EM kappingini).