Við nýggju skránni kunnu luttakararnir á Venjaraleiðini taka C2 og B3 í einari samansettari skrá, uttanum arbeiðstíð í gerandisdøgum, og harumframt verður ein partur av skeiðnum skipaður sum talgildur fjarlestur


Í næstum verður skipað fyri Venjaraleiðini, sum er samansett C2 og B3 skeið fyri kvinnur. Skráin fyri skeiðið er tillagað soleiðis, at skeiðsdagarnir liggja uttanfyri vanliga arbeiðstíð í gerandisdøgum umframt longri vikuskiftisdagar, og harafturat verður nakað av skeiðsinnihaldinum skipað sum talgildur fjarlestur.

– Vit arbeiða støðugt við at menna og halda venjaraskeiðini viðkomandi fyri so nógvar venjarar sum gjørligt, og talgilding er ein leistur á tí økinum, sum vit í hesum førinum fara at royna okkum við. Vónandi kann hetta eisini gerast ein fastur partur av okkara arbeiðsleisti í framtíðini, sigur Eli Hentze, samskipari fyri venjaraútbúgvingar.

Orsøkirnar til at bjóða út serligt skipað venjaraskeið fyri kvinnur, eru eisini fleiri í tali, sambært samskiparanum fyri kvinnur í fótbólti.

– Vit ynskja at gera tað viðkomandi og atkomiligt fyri kvinnuligar venjarar at taka týdningarmikil fet venjaraútbúgvingini. Vit síggja nakrar afturvendandi forðingar hjá nógvum kvinnum á hesum økinum, og Venjaraleiðin er tí sniðgivin til at niðurbróta tær forðingarnar og harumframt styrkja netverkið og samanhaldið millum kvinnur í fótbólti, sigur Maria Ziskason, samskipari fyri kvinnur í fótbólti.

Fyrsti skeiðsdagur á Venjaraleiðini verður 19. november. Yvirlit yvir allar skeiðsdagarnar og tilmelding er at finna í nethandlinum hjá FSF.