Fótbóltssamband Føroya og Mjólkarvirki Búnaðarmanna hava gjørt avtalu, ið inniber, at MBM verður høvuðsstuðul hjá øllum steypakappingunum hjá FSF frá í dag og næstu fýra árini


FSF og MBM hava gjørt stuðulsavtalu, ið inniber, at MBM verður stuðul hjá øllum steypakappingunum hjá FSF frá septembur 2025 og næstu fýra árini – til og við 2029.

Fótbóltssamband Føroya skipar á hvørjum ári fyri í alt nýggju steypakappingum. Talan er um U13 gentur og dreingir, U15 dreingir, U16 gentur, U17 dreingir, Minnu steypakappingini hjá kvinnum, steypakappingini hjá kvinnum og kappingini um Løgmanssteypið hjá monnum.

MBM verður við hesari avtalu ein týðandi partur av einum felagsskapi, ið savnar túsundtals spælarar og áskoðarar kring alt landið.

FSF forsetin, Christian Andreasen, sigur:
– Steypakappingarnar hava eina serliga støðu í føroyskum fótbólti – bæði hjá teimum yngru og hjá vaksnum. Tað gleðir okkum, at MBM nú gerst høvuðsstuðul hjá øllum kappingunum, og vit eru sannførd um, at hetta samstarvið fer at lyfta og styrkja føroyskan fótbólt í fleiri ár fram, sigur Christian Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya.

Eisini í MBM fegnast tey um avtaluna, ið er fingin í lag.

– Fótbólturin savnar allar aldursbólkar og øll øki í Føroyum. At kunna stuðla steypakappingunum – frá teimum yngru til toppfótbóltin – hóskar sera væl til okkara virðir. Vit gleða okkum til hetta samstarv við FSF og at vera við til at skapa góðar løtur fyri bæði spælarar og áskoðarar, sigur sølu- og marknaðarleiðarin hjá MBM, Rúni Joensen.

Við hesi avtalu verður tryggjað, at allar steypakappingarnar hjá FSF fáa ein sterkan og virknan stuðul heilt fram til árslok 2029.