Í annaðkvøld, týskvøldið, skal føroyska U21 landsliðið á vøllin aftur, tá Sveis kemur á vitjan. Dysturin verður á Tórsvølli og avspark verður klokkan 18:00
– Sum ítróttarfólk er tað ein niðurtúrur at tapa – serliga tá man tapir stórt. Men vit eru komnir fyri okkum aftur. Tað sigur venjarin hjá U21 landsliðnum, Ólavur Mikkelsen við heimasíðuna hjá FSF.
Eftir at hava vunnið tríggjar teir fyrstu dystirnar í undankappingini til EM 2027, kom føroyska U21 landsliðið niður á jørðina aftur, tá Frankaríki farna hósdag var á vitjan á Djúpumýru í Klaksvík.
Men longu í annaðkvøld klokkan 18:00 stendur ein nýggj EM avbjóðing á lepanum, tá Føroyar taka ímóti Sveis á Tórsvølli.
Sambært føroyska U21 venjaranum er Sveis at meta sum næststerkasta liðið í bólkinum. Eftir tveir dystir hava sveisar fingið fýra stig. Teir vunnu fyrst 2-0 á útivølli móti Estlandi, og í farnu viku spældu teir málleysan javnleik á heimavølli móti íslendingum.
– Um vit skulu fáa úrtøku burturúr – og tað er sjálvandi ætlanin – so er lykilin fyrst og fremst hart arbeiði, og at verjuspælið er upp á pláss, sigur Ólavur Mikkelsen.
Atgongumerki til U21 landsdystin millum Føroyar og Sveis fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo og á atgongumerki.fo.
Myndir: Jóhanna Thomsen