Nýggj føroysk gransking vísir, at við fótbóltsvenjing varðveita kvinnur í skiftisárum sína beinheilsu
Beinbroyskni og vánalig beinheilsa eru álvarsligir alheims fólkaheilsutrupulleikar, sum vaksa munandi við demografiskum broytingunum, sum bera í sær, at talið av eldri borgarum veksur nógv og skjótt.
Í løtuni hava umleið 200 milliónir fólk beinbroyskni, og hetta tal, meta granskarar, fer í 2050 at verða tríggjar ferðir so stórt, og ein avleiðing verður, at árligu beinbrotini fara at verða níggju milliónir í tali.
Tá vit eldast, viknar beinagrindin, tí beintættleikin minkar, og samstundis missa vit vøddamongd og kropsligar førleikar, sum í ávísan mun stendst av minkandi framleiðslu av kynshormonum.