Í sambandi við heimadystin í UEFA Women’s Nations League kappingini, bjóðar A landsliðið við kvinnum øllum U9 liðum til eina stuttliga venjing í Gøtu


A landsliðið við kvinnum hevur heimadystin í UEFA Women’s Nations League kappingini 3. juni kl. 18.00. Kvinnulandsliðið tekur ímóti Slovakia á Tórsvølli, og í hesum sambandi vilja landsliðsspælararnir og venjaratoymið fegin bjóða øllum U9 liðum (dreingjum og gentum) til eina stuttliga venjing saman við landsliðnum. 

U9 venjingin við landsliðnum verður á vøllinum í Sarpugerði í Norðragøtu mánadagin 2. juni kl. 17-18. Landsliðsspælararnir standa fyri venjingini og bjóða eisini børnunum frukt og sunkist eftir venjingina, eisini verður møguleiki fyri autografum og myndum saman við landsliðsspælarunum.

Venjingin er ókeypis, men fyri at skipa venjingina so væl sum gjørligt er neyðugt við tilmelding – hetta fer fram á leinkini her. Freistin at melda til er fríggjadagin 30. mai kl. 14:00.