Við 1-1 javnleikinum á útivølli ímóti Moldova hevur føroyska kvinnulandsliðið tryggjað sær 2. plássið í bólkinum, og samstundis hava tær fingið met nógv stig í einari UEFA kapping


Tað er neyvan ov nógv sagt, at føroyska kvinnulandsliðið fríggjakvøldið hevði uppiborið meir enn bara tað eina stigið í UEFA Nations League dystinum á Zimbru Stadion í Chisinau í Moldova.

Frá fyrsta bríksli sótu okkara kvinnur á tí allar mesta av spælinum, og í tráð við leikgongdina legði Ásla Johannesen Føroyar á odda, tá 24 minuttir vóru spældir.

Men meira enn tað fingu vit ikki, og í staðin javnaði Moldova stutt fyri hálvleik. Málskjútti var Iuliana Colnic.

Eftir steðgin helt føroyska liðið fram við ágangandi spælinum, og onkuntíð var um reppið at úrtøku spurdist burtur úr. Men bólturin vildi ikki inn, og so endaði kvinnulandsdysturin millum Moldova og Føroyar 1-1.

Við javnleikinum koma Føroyar upp á 10 stig, og er tað tað mesta, ið kvinnnulandsliðið hevur fingið í nakrari UEFA kapping. Samstundis hevur føroyska liðið tryggjað sær 2. plássið í bólkinum.

Men javnleikurin hevur eisini við sær, at tað verður torført at enda millum tveir teir bestu 2-ararnar av seks møguligum, og harvið vinna seg víðari í kappingini.

Í roknskapinum millum 2-ararnar telja stigini ímóti nummar 1 og 3 í bólkinum, og har hava Føroyar 4 stig, meðan Kosovo og Kýpros hava 6 stig hvør.

Slovakia, sum fríggjadagin vann heili 11-0 á Gibraltar, og sum vitjar á Tórsvølli komandi týskvøld, er fremst í bólkinum við 15 stigum. Føroyar hava 10 stig, Moldova 4, og aftast í bólkinum er Gibraltar við ongum stigi.

Dysturin millum Føroyar og Slovakia verður á Tórsvølli týsdagin 3. juni klokkan 18:00. Atgongumerki fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo og á atgongumerki.fo.

Myndir: Jóhanna Thomsen