Í Fótbóltssambandi Føroya ynskja vit at skapa eina mentan í barnafótbólti har Fair Play og virðing eru natúrligir partar av spælinum – bæði inni á vøllinum og á síðulinjuni 


Hvussu hava tey, sum hava verið á síðulinjuni, upplivað stemningin og atferðina í samband við barnakappingar í ár? Hetta verður millum annað spurt um í spurnarblaðið, sum FSF hevur latið gjørt.

Vit vilja hava meira vitan um umstøðurnar í sambandi við kappingar hjá børnum, og ynskja vit tí at tey, sum hava verið við til kappingar í ár siga frá sínum upplivingum, sigur Elin Sofía á Tjaldrafløtti Vestergaard, leiðari fyri sosialari- og umhvørvisburðardygd hjá FSF. Vit vilja fegin hoyra frá venjarum, hjálparvenjarum, foreldrum og øðrum vaksnum, sum hava verið við til fótbóltskappingar hjá U7 til U11 í ár.

Fleiri svar vit fáa, størri vitan fáa vit, og fleiri møguleikar hava vit at betra um kappingarnar hjá børnunum, sigur Elin Sofía, og leggur afturat at tað tekur ikki meir enn fimm minuttir at svara spurnarblaðnum, og øll sum svara, hava møguleika fyri at vera við í lutakastinum um tvær landsliðstroyggjur.

Tilber at svara spurnarblaðnum á leinkjuni niðanfyri:

Spurnarblað