Klokkan 20:00 fer føroyska U21 landsliðið undir eina av teimum heilt stóru uppgávunum í hesari EM undankappingini


Frankaríki.

Onkuntíð er ikki neyðugt at siga nógv meir, og so veit tann vanligi fótbóltsfjepparin, at nú er talan um dygdargott fótbóltspæl, ið javnt og samt hevur bergtikið allan heimin.

Fyri einum mánað síðani vóru teir á vitjan á Djúpumýru í Klaksvík, og tá vístu bláklæddu fransmenninir onga náði. Úrslitið gjørdist 6-0 til Frankaríki.

Í kvøld verður returdysturin á Des Alpes Stadion í Grenoble. Kring vøllin er pláss fyri 20.000 áskoðarum, og sambært fyriskiparunum kunnu vit vænta at eini 7.000 vera til dystin í kvøld.

Men kortini skal eingin ivi vera um, at føroyska liðið ætlar at bíta frá sær, væl vitandi, at uppgávan, ið bíðar, er ein av teimum heilt stóru – men eisini ein av teimum mest spennandi.

Ólavur Mikkelsen stendur á odda fyri føroyska U21 landsliðnum, og teir fyrstu ellivu, ið verða sendir á vøllin í Grenoble í kvøld, eru hesir:

Hans Jákup Arngrímsson verður í mál, og framman fyri hann verða Bjarti Thorleifsson, Ejvind Restorff Mouritsen, Ingi Arngrímsson, Jákup Norðoy Vilhelmsen og Virgar Jónsson. Føroyska miðvøllin manna Heini Sørensen, Mattias Hellisdal, Árni Nóa Atlason og Áki Samuelsen, og fremstur verður Jógvan Gullfoss.

Á bonkinum sita Rasmus Olsen, Hanus Højgaard, Jónas Prior, Aron Reinert Hansen, Marjus Nón, Dávid Biskopstø Andreasen, Djóni Samuelsen, Markus Isaksen og Thomas Bjørn Miezan.

U21 EM undankappingardysturin millum Frankaríki og Føroyar verður floytaður í gongd klokkan 20:00, og kann síggjast beinleiðis á Rás 1 í Televarpinum.