Pætur Smith Clementsen, A-landsliðvenjari hjá kvinnum, hevur sett navn á tær fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum móti Moldova


Klokkan 18 fer føroyska kvinnulandsliðið á vøllin aftur, tá Moldova tekur ímóti í UEFA Nations League dysti á Zimbru Stadion í moldoviska høvuðsstaðnum, Chisinau.

Eftir ein stuttan steðg í Danmark mánadagin, har kvinnurnar vandu í Lyngby, bleiv ferðast víðari týsdagin, og seint seinnapartin kom hópurin til Moldova. Síðani hava venjingar og fundir verið á skránni, og sum heild hava fyrireikingarnar gingið væl.

Klokkan 18 bríkslar serbiski dómarin dystin í gongd, og frá byrjan sær føroyska liðið soleiðis út: Óluva Joensen verður í mál, og verjuna manna Birita Ryan, Durita Hummeland, Tórunn Højgaard Joensen og Julia Naomi Mortensen. Á miðvøllinum frá byrjan vera Sunniva Willemoes, Ásla Johannesen, Sanna Svarvadal, Jensa Tórolvsdóttir og Sara Samson Lamhauge, og í álopinum verður Heidi Sevdal.

Eykaspælarar eru Gunnvá Lützen, Malena Olsen, Teresa Jacobsen, Sólja Ernstdóttir, Anna Caroline Brændstrup, Jancy Mohr, Fridrikka Klementsen og Brá Zakariasardóttir.

UEFA Nations League dysturin millum Moldova og Føroyar kann síggjast beinleiðis á heimasíðuni hjá Kringvarpi Føroya, www.kvf.fo. Veljið “Sjón”, og síðani KVF 2.

Undan dystinum í dag eru Føroyar nummar 2 í bólkinum við 9 stigum. Slovakia er fremst við 12 stigum, men liggja í løtuni til at vinna ein greiðan sigur á Gibraltar (8-0 eftir 78 minuttir).

Føroysku kvinnurnar til venjing á Zimbru Stadion í moldoviska høvuðsstaðnum, Chisinau – Mynd: Jóhanna Thomsen