Áðrenn dystin undir Mýruhjalla á Skála týskvøldið varð Heidi Sevdal úr NSÍ heiðrað sum besti í Betrideildini hjá kvinnum í apríl mánað
Fult umfar í fremstu deildini hjá kvinnum varð spælt týskvøldið. Á Hoyvíksvøllinum vann B36 4-1 á FC Hoyvík, KÍ vann 3-0 á Dungasandi móti 07 Vestur, Víkingur vann 3-0 í Gundadali móti HB, og NSÍ vann 5-1 á útivølli móti Skála.
Men áðrenn dysturin undir Mýruhjalla á Skála bleiv settur í gongd, bleiv besti spælari í Betrideildini hjá kvinnum í apríl mánað kunngjørdur.
Tað eru venjararnir hjá liðunum í fremstu deildini, ið atkvøða, og hesaferð fór Heidi Sevdal úr NSÍ, sum aftaná fyrstu átta umførini í grundspælinum hevur skorað 20 mál, avstað við heiðurinum.
Nummar 2 í atkvøðugreiðsluni gjørdist Tórunn Højgaard Joensen úr KÍ, og nummar 3 bleiv Sunniva Willemoes úr HB.
Fyri heiðurin fekk Heidi Sevdal eitt gávubræv upp á 1.000 krónur frá Hotel Brandan, og eina glasplátu, ið er latin av FSF. Tað var systur Heidi, Ansy Sevdal Jakobsen, sum vegna Fótbóltssamband Føroya stóð fyri handanini.