Tað endaði 2-1 til Slovakia á Tórsvølli týskvøldið. Føroyska málið skoraði Ásla Johannesen, tá hon í 35. minutti javnaði til 1-1


Nummar 48 ímóti nummar 110. Tað var styrkismunurin á FIFA listanum millum Slovakia og Føroyar undan UEFA Nations League dystinum á Tórsvølli týskvøldið.

Men hesin munur sást tó ikki aftur á vøllinum.

Gamaní vann Slovakia við tveimum málum móti einum, men tað var ikki fyrr enn seint í dystinum, at avgerðin fall.

Patrícia Hmírová legði Slovakia á odda í 11. minutti, meðan Ásla Johannesen javnaði tá ein stórur hálvur tími var farin.

Fyri Føroyar var ein sigur eitt krav, um okkara kvinnur skuldu vinna seg víðari í kappingini sum ein av bestu 2’arunum. Føroyska liðið fór eisini eftir sigrinum, men í avgerandi løtum vóru okkara ikki nóg neyvar, og í staðin kundi Ludmila Matavková skorað sigursmálið í 88. minutti.

Slovakia vann bólkin við fullum stigatali – slovakar fingu 18 stig. Føroyar gjørdust nummar 2 við 10 stigum, Moldova fekk 7 stig, meðan Gibraltar endaði aftast við ongum stigi.

Myndir: Andrei Vladut Antal og Jóhanna Thomsen