Í tríggjar dagar hava Teitur Matras Gestsson og Gunnar Nielsen skipað fyri fótbóltsskúla, ið serliga hevur verið fyri málverjar


Seinastu tríggjar dagarnar hava 30 hugagóðir málverjar, í aldurinum 9 til 17 ár, tikið lut á fótbóltsskúlanum, sum fyrrverandi landsliðsmálverjarnir, Teitur Matras Gestsson og Gunnar Nielsen hava staðið fyri.

– Tað hevur gingið væl, og eg haldi, at hetta higartil hevur verið ein suksé, sigur Teitur Matras Gestsson millum annað í samrøðu við FSF Varpið.

Á fótbóltsskúlanum fyri málverjar hevur dentur verið lagdur á “at lofta”, “útspæl”, “innlegg”, “positionering”, “tað, at kasta seg” og “refleksir”.