Kundi tú hugsa tær at arbeitt fyri einum sunnum og tryggum umhvørvi í fótbóltinum? Og brennur tú fyri burðardygd og at tryggja fótbóltinum eina grønari framtíð? So hava vit eitt spennandi barsilsstarv til tín í Fótbóltssambandi Føroya.
Ein týdningarmikil samfelagsuppgáva, ið gevur meining.
Fótbóltur er vorðin ein kjarnupartur av samfelagnum og nýligani setti UEFA eina Social & Environmental Sustainability (SES) deild á stovn, samstundis sum strategi innan burðardygd nevnd ‘Strength Through Unity’ løgd varð fram. Týðandi partur av hesi strategi er at menna fótbóltssambondini í Evropa innan sosiala og umhvørvis burðardygd.
Tilvit um samfelags- og umhvørvisavbjóðingar gerast soleiðis alt meira týdningarmikil fyri Fótbóltssambandið, og vit ásanna, at tað er okkara ábyrgd at tryggja fótbóltinum langtíðarhaldføri.
Um starvið
Vit bjóða tær eitt starv í einum toymi, ið hevur sum aðalmál at menna góð fótbóltstilboð og umhvørvir til øll. Umframt SES, tekur toymi sær av grassrootsvirksemi og kvinnufótbólti.
Sum barsilsvikar hava vit tørv á at tú loftar nøkrum av ítøkiligu verkætlanum, ið vit eru í gongd við, so sum: · www.tryggurítróttur.fo – tryggja øllum eitt trygt umhvørvi í fótbólti
– Fairplay í barnahædd – breiða boðskapin út um virðir og atburð til barnakappingar
– At hjálpa feløgum at lúka UEFA krøv innan SES øki
Afturat verandi verkætlanum ynskja vit at seta sjóneykuna á økir, sum nikotinnýtslu hjá ungum og børnum, atkomuviðurskiftir, ávirkan á umhvørvi av graslíki, árliga CO2-frágreiðing og arbeiða fyri at gera okkara tiltøk umhvørvisvinarlig.
SES starvsfólkið er trygdar- og trivnaðarpersónur í FSF og hevur ábyrgd av at tryggja atkomu í sambandi við tiltøk á Tórsvølli.
Starvið er í høvuðsheitum í vanligari skrivstovutíð, men er merkt av skiftandi arbeiðstrýsti og krevur til tíðir kvøld- og vikuskiftisarbeiði og ferðing uttanlands.
Um teg
Vit ímynda okkum, at tú…
– hevur viðkomandi útbúgving
– megnar at leiða verkætlanir og seta ítøkilig átøk í verk
– ert álítandi og hevur skipaða tilgongd til arbeiði
– hevur áhuga í at undirvísa og kunna um SES virksemi
– brennur fyri tryggja børnum og ungum góðar umstøður og sært teg føran fyri at handfara ótryggar støður stundisliga
– hevur áhuga fyri og innlit í føroyskan ítrótt
– dugur væl at samskifta skrivliga og munnliga á føroyskum og enskum
Tað er eitt krav at kunna vísa reina barnaváttan.
Um FSF
FSF er fótbóltsins samband og okkara aðalmál er, at fótbóltur er fyri øll – Alt árið – Alt lívið. Vit arbeiða við nærlagni og eldhuga fyri, at tað skal vera lætt hjá øllum at spæla fótbólt – uttan mun til kyn, aldur ella førleikar. Á henda hátt verður tryggjað, at vit bæði virka fyri teimum góðu úrslitunum, samstundis sum vit við røttum ítróttaranda fremja rørslu og fólkaheilsu við sannføring um, at fótbóltur borgar fyri gleði, trivnaði og felagsskapi.
Løn og setanartreytir
Talan er um fulltíðarstarv í avmarkaða tíð. Vit ynskja, at tú byrjar 1. apríl 2026 og kunnu bjóða tær starv til 31. mai 2027.
Løn og setanartreytir verða sambært avtalu, grundað á útbúgving og royndir.
Soleiðis søkir tú
Ynskir tú at vera við á liðnum, send so umsókn við prógvum, viðmælum og lívsrensli til [email protected] í seinasta lagi sunnudagin 1. februar 2026.
Um tú hevur spurningar í sambandi við starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Elin Sofíu á Tjaldrafløtti Vestergaard, [email protected] ella +298 29 19 84.



