Við at vinna 3-2 á Kosovo í síðsta dystinum, setti føroyska U17 landsliðið við dreingjum eitt flott punktum fyri EM undankappingini, sum farnu dagarnar hevur verið í Eysturríki


– Vit tapa tveir og vinna ein dyst, men samanumtikið kunnu vit vera nøgdir við nógv av tí, sum vit sóu frá okkara spælarum. Teir stríddust væl, og stórar partar av dystunum vístu teir gott fótbóltsspæl.

– Men vit vita eisini, at nógv arbeiði er eftir. Vit skulu mennast meir kropsliga, so vit fyrst og fremst vinna fleiri nærdystir, samstundis sum vit fáa meir orku til allar 90 minuttirnar.

Tað sigur Christian Høgni Jacobsen, venjari hjá U17 landsliðnum við dreingjum, ið farnu dagarnar hevur tikið lut í EM undankapping í Eysturríki.

Í fyrsta dystinum í kappingini taptu Føroyar 5-1 fyri vertstjóðini. Føroyska málið skoraði Dennis Anghel, tá hann í 77. minutti minkaði um munin til 3-1.

Í øðrum dystinum var mótstøðuliðið Írland. Serliga kropsliga vóru írar omaná, og vunnu tá avtornaði 3-0, eftir 1-0 leiðslu í steðginum. Beint fyri hálvleik fingu Føroyar annars ein gyltan møguleika at javna, men brotssparkið fór á tvørtræið.

Ein torfør byrjan, men okkara spælarar góvu ongantíð upp. Í staðin hildu teir fram við at kempa, og í síðsta dystinum, sum var ímóti Kosovo, bragdaði. Føroyar vunnu 3-2 við málum frá Dennisi Anghel, Markusi Danielsen og Tummasi Joensen.

– Málverjin hevði nakrar týðandi bjargongar, samstundis sum liðið skoraði trý flott mál. Hetta var ein týdningarmikil sigur, sum gevur sjálvsálit og vísir, at arbeiðið, ið verður lagt í menningina, gevur útslit, sigur Christian Høgni Jacobsen.

Írland vann bólkin við fullum stigatali, Eysturríki bleiv nummar tvey við seks stigum, Føroyar endaðu á triðja plássi við trimum stigum, og aftast varð Kosovo við ongum stigi.

Í videoklippinum niðanfyri síggjast málini ímóti Kosovo.

Myndir: www.FSF.fo