Í døgunum 27. februar til 4. mars verður FSF vertur fyri UEFA menningarkapping fyri U16/U17 landslið við dreingjum millum Føroyar, Estland, Bosnia og Ísland
——————
Tað verður sannur landsliðsfepur á Tórsvølli komandi dagarnar, samstundis sum sólin reisir fyrr og dagarnir gerast ljósari.
Í døgunum 27. februar til 4. mars verður FSF nevniliga vertur fyri UEFA menningarkapping fyri U16/U17 landslið við dreingjum. Luttakandi londini vera Føroyar, Estland, Bosnia Hersigovina og Ísland.
Lagt er upp til eina spennandi kapping, ið hevur til endamál at gera ungu spælararnar klárar til framtíðar uppgávur á altjóða pallinum. Talan er eisini um fýra rættuliga jøvn lið, og tað er tískil ilt at meta um, hvør er favorittur.
Atgongumerki fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo. Kostnaðurin er 50 krónur fyri vaksin, meðan børn og ung (0-17 ár) hava ókeypis atgongd. Tó skulu børn og ung skráseta seg fyri einum atgongumerki, sum fæst í nethandlinum. Atgongumerki eru galdandi fyri báðar dystirnar á degnum.
Dystaskráin
27. feb. Føroyar – Bosnia H. (15:30)
27. feb. Estland – Ísland (19:30)
1. mars Ísland – Bosnia H. (12:15)
1. mars Estland – Føroyar (15:00)
4. mars Bosnia H. – Estland (11:00)
4. mars Føroyar – Íslandi (15:00)
Og til tey, ið ikki fáa nokk av fótbólti fríggjadagin og sunnudagin, kann sigast, at leygardagin klokkan 17:00 verður Lions stórsteypadysturin hjá monnum á Tórsvølli.
Í ár eru tað KÍ og HB sum fara at dystast um Lions stórsteypini hjá bæði kvinnum og monnum. Stórsteypadysturin hjá kvinnum verður spældur leygardagin 14. mars.




