Tíðliga mánamorgunin setir føroyska U17 landsliðið við gentum kós ímóti Slovenia, har tær skulu spæla EM undankapping næstu dagarnar
Mikudagin 5. novembur spælir U17 landsliðið við gentum fyrra av tveimum dystum sum eru á skránni í EM undankappingini, sum verður í Slovenia í komandi viku.
Føroyar eru í bólki B6, saman við Slovenia og Íslandi.
Seinni EM dysturin verður spældur leygardagin 8. novembur, og tá verður tað ímóti íslendingum.
Eyðvør Jakobsen er venjari hjá U17 gentunum, og tær 18, ið verða í ferðalagnum til Slovenia, eru hesar:
Beinta Klemmentsen, B36
Lilja Debess av Teigum, B36
Alda Hjørdisardóttir Egholm, B71
Lilja Eiriksdóttir Højsted, B71
Ragnhild Magnusson, FC Hoyvík
Elin Elmelund Hansen, HB
Nita á Lakjuni, ÍF
Elisabeth Bjartalíð, KÍ
Aleksandra Zachariassen, KÍ
Naomi Hansen, NSÍ
Emma Charlotta Knudsen, NSÍ
Rakul Maria Rasmussen, Skála
Anna Katrina Gregersen Poulsen, Skála
Sara Benjaminsen, Skála
Malan Joensen, Skála
Klára Døgg Edvardsdóttir, Skála
Sára Vang Justinussen, Víkingur
Kára Askham Sigurðsson, FC Nordsjælland (Danmark)
Dystaskráin
5. nov. Slovenia – Føroyar (kl. 11:00)
8. nov. Føroyar – Ísland (kl. 13:00)



