Sjálvt um hann hevur búð í Leirvík í nógv ár, so er eingin ivi: Alfred Eliasen heldur við KÍ, og vónar at Løgmanssteypið fer at koma aftur til Klaksvíkar


Seinnapartin mikudagin var FSF Varpið ein túr norðuri á Stongunum í Klaksvík, har menn egndu og gjørt klárt at fara nýggjan túr.

Ein teirra, sum rokaðist á bryggjukantinum var reiðarin á útróðrarbátinum Beinta, Alfred Eliasen.

Alfred er klaksvíkingur við stórum K, og sjálvt um hann ein stóran part av lívinum hevur búleikast í Leirvík, er hann KÍ’ari um ein háls.

Atgongumerki fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo og á atgongumerki.fo.

Kostnaðurin er 100 krónur fyri vaksin, og ókeypis fyri børn, 14 ár og yngri. Tó skal viðmerkjast, at hóast atgongumerki til børn er ókeypis, skulu hesi skrásetast í nethandilinum, og vísast við dyrnar.