Tað gekk ikki eftir vild hjá U19 landsliðnum við dreingjum, sum farnu dagarnar hevur tikið lut í EM undankapping í Ungarn
– Vit vistu framman undan, at hetta kundi gerast tungt, og tað bleiv tað eisini. Í fyrsta dystinum vóru vit greitt við undirlutan, men komu meir við ímóti Ungarn og Bulgaria. Serliga í síðsta dystinum spæla vit rættuliga væl og koma til nógvar kjansir. So har kundi sæð betri út, men vit taptu heldur óuppiborið.
Soleiðis sigur Fróði Benjaminsen, venjari hjá U19 landsliðnum við dreingjum, sum farnu dagarnar hevur tikið lut í EM undankapping í Ungarn.
Í fyrsta dystinum taptu Føroyar 4-0 fyri Frankaríki, og síðani taptu Føroyar 3-0 fyri bæði ungarsku vertunum og Bulgaria.
Fransmenn vunnu bólkin við níggju stigum, Ungarn og Bulgaria fingu fýra stig í part, meðan Føroyar endaðu aftast við ongum stigi.



