Vikuskiftini 14. til 16. og 28. til 30. novembur skipar FSF fyri B3 venjaraskeiði. Fyrri parturin verður í Havn, meðan seinni parturin av skeiðnum verður á Toftum
Endamálið við B3 venjaraskeiðnum er at geva venjarum kunnleika um ungdóms- og vaksinvenjing, og at geva venjarum førleikar til at standa á odda fyri ungdóms- og vaksnamannaliðum.
Luttakararnir fáa innlit í leikskipanir, rák innan fótbólt, greining av spælinum og leiðslu í sambandi við dystir. Dentur verður lagdur á frálæru og praktikk í tekniskum, kropsligum og taktiskum venjingum. Luttakararnir fáa eisini møguleikan at ogna sær førleikar og vitan um venjing, fyriskipan, avgreiðslu og eftirmeting av venjingum.
B3 skeiðið er 50 tímar og er tíðarkarmurin fyrra vikuskiftið frá fríggjadegi klokkan 09:00 til sunnukvøld klokkan 18:00, meðan seinna vikuskiftið er frá fríggjadegi klokkan 16:00 til sunnukvøld klokkan 18:00.
Tað er ongin próvtøka, men kravt verður, at uppmøtingin er 100 prosent. Tá skeiðið er av, verður luttøkubræv latið luttakarunum. Tey, sum hava tikið B3 skeið, hava rætt til at søkja luttøku á B4 skeið.
Fyri at kunna taka lut á B3 venjaraskeiðnum er krav at luttakararnir hava tikið B2/C2/EUAF C og vera 18 ár ella eldri. Kostnaðurin fyri at luttaka er 5.000 krónur. Tó er B3 skeiðið ókeypis fyri kvinnur.
Tilmeldingin fer fram í nethandilinum á FSF.fo, ella við at venda sær til egið felag, ið avgreiðir tilmeldingina. Tilmeldingarfreistin er mánadagin 3. novembur 2025.
Meira fæst at vita um skeiðið við at venda sær til Eli Hentze, tel. 29 19 62 ella [email protected].