Franska U21-landsliðið, ið kemur á vitjan á Djúpumýru í Klaksvík um eina viku, er mannað við spælarum úr millum annað PSG, Manchester United og Tottenham
Tríggjar dystir og tríggir sigrar. Jú, føroyska U21 landsliðið hevur fingið eina avbera góða byrjan upp á undankappingina til EM 2027.
Í summar vunnu Føroyar 2-1 á heimavølli ímóti Estlandi, og fyri einum mánað síðani komu tveir sigrar á útivølli í pottin. Tann fyrri á Thrótturvøllinum í Reykjavík, har okkara dreingir vunnu 2-1 á Íslandi, og so 1-0 sigurin á Luksemborg. Og sum støðan er beint nú, eru Føroyar fremst í bólkinum við 9 stigum.
Um eina viku skal føroyska U21 liðið so á vøllin aftur. Fyrri dysturin í hesum umfarinum verður á Djúpumýru í Klaksvík fríggjadagin 10. oktobur, tá Frankaríki kemur á vitjan, og fýra dagar seinni, týsdagin 14. oktobur spæla Føroyar og Sveis á Tórsvølli.
Og eins og fyri fýra árum síðani, er talan um eitt krutsterkt franskt U21 landsliðið – við nógvum stórum stjørnum – ið hesaferð kemur til Føroya. Liðið er mannað við spælarum úr millum annað Crystal Palace, Manchester United, Tottenham og sjálvandi franska stórfelagnum og verandi Champions League vinnarunum, Paris Saint-Germain.
Málverjar
Ewen Jaouen, Stade de Reims
Guillaume Restes, Toulouse FC
Robin Risser, RC Lens
Verjuspælarar
Jaydee Canvot, Crystal Palace
Jérémy Jacquet, Stade Rennais FC
Thérence Koudou, KV Malines
Saël Kumbedi, VfL Wolfsburg
Dayann Methalie, Toulouse FC
Leny Yoro, Manchester United
Miðvallarar
Valentin Atangana, Al, Ahli FC
Ayyoub Bouaddi, LOSC Lille
Djaoui Cissé, Stade Rennais FC
Kevin Danois, AJ Auxerre
Louis Leroux, FC Nantes
Lesley Ugochukwu, Burnley FC
Warren Zaïre, Emery, Paris SG
Framherjar
Jean Mattéo Bahoya, Eintracht Frankfurt
Noah Edjouma, Toulouse FC
Eli Junior Kroupi, AFC Bournemouth
Senny Mayulu, Paris SG
Mohamed Kader Meite, Stade Rennais FC
Wilson Odobert, Tottenham Hotspur
Mathys Tel, Tottenham Hotspur
EM undankappingardysturin millum Føroyar og Frankaríki verður á Djúpumýru í Klaksvík fríggjadagin 10. oktobur klokkan 17:00.