Í samband við Nations League dystin hjá kvinnulandsliðnum móti Montenegro í kvøld, vil FSF og landsliðið takka Olgu Kristinu Hansen fyri hennara stóra innsats fyri Føroyar
Hon var bert 16 ára gomul, tá hon í 2006 á fyrsta sinni varð úttikin til A-landsliðið. Kvinnurnar høvdu eina innleiðandi EM undankapping á skránni, og táverandi landsliðsvenjari Álvur Hansen sendi boð eftir Olgu Kristinu Hansen, sum longu tá var ein lyklaspælari á besta kvinnuliðnum hjá AB.
Síðan fyrsta dystin fyri 17 árum síðan, hevur hon spælt undir fýra fylgjandi landsliðsvenjarum og fingið óteljandi stórar og stuttligar upplivingar við á vegnum. 68 landsdystir er tað blivið til, men nú er avgerðin tikin um at steðga.
Eg havi verið glað fyri allar upplivingarnar og samanhaldið á landsliðnum, og eg havi eisini glett meg ótrúliga nógv til at spæla eftir nýggja Nations League leistinum. Men nú kennast umstøðurnar og løtan til at gevast rættar, sigur Olga Kristina Hansen.
Olga Kristina Hansen undan dystinium móti Gibraltar 20. februar 2022, sum Føroyar vunnu 1-0
Broyttar tíðir og umstøður
Við 17 ára landsliðsroyndum hevur Olga Kristina sæð nógvar og stórar broytingar í landsliðsvirkseminum og umstøðunum kring besta kvinnuliðið.
– Tær størstu broytingarnar eru eftir mínum tykki í umstøðunum kring liðið. Eg havi ongantíð upplivað tað sum um, at vit hava manglað nakað, vit hava altíð búð væl, havt venjarar og klæðir og útgerð. Men í fyrstuni var tað nokk gomlu klæðini hjá monnunum, sum gingu í arv til okkara, so tað var ikki altíð líka snøgt hjá okkum, tekur hon flennandi til.
Tjóðsangur áðrenn dyst móti Makedónia 23. november 2006, sum Føroyar vunnu 7-0. Olga Kristina var í byrjunaruppstillingini við nummar fýra á rygginum.
Seinnu árini eru klæðini vorðin betur tilpassaði í støddunum, og harumframt er starvsfólkahópurin kring kvinnulandsliðið vaksin.
– Har eru fleiri fólk, meira orka og servitan komin uppí, og tað føla spælararnir væl í hópinum, sigur Olga Kristina, sum letur væl at umstøðunum, soleiðis sum tær eru í dag.
– Størsti og mest avgerandi munurin hevur faktiskt verið, at landsliðsvirksemið er komið í fasta legu, og at vit kenna dystarskránna langt fram í tíðina. Í fleiri ár var tað skiftandi dystarvirksemi og har kundi koma steðgur í dystarskránni fyri lang tíðarskeið. Tað var avbjóðandi fyri landsliðið, men hetta er alt komið í fasta legu seinnu árini, og tað hevur ordiliga verið til tað betra, sigur hon.
Læknalesandi landsliðsspælari
Olga Kristina er útbúgvin lækni á universitetinum í Keypmannahavn og starvast á Landssjúkrahúsinum í Havn. Harumframt spælir hon enn í Betri Deildini við B36, sum nú er vorðið hennara felag, hóast hon vaks upp á Argjum og spældi fyrstu árini við AB.
Hon dylir ikki fyri, at tað hevur kravt stóran vilja og nógva orku at fáa lestrarlívið og fótbóltslívið at ganga upp, men hon er frálíkt vitni um, at tað ikki er ógjørligt at taka læknaútbúgving og samstundis spæla fótbólt á høgum stigi.
– Mín tilgongd er, at um man vil nakað nóg nógv, so kann man eisini fáa tað at bera til. Eg flutti niður at lesa og spældi við Østerbro IF í næstbestu donsku deildini meginpartin av tíðini. Hvørjaferð eg var heima í Føroyum, arbeiddi eg so nógv sum gjørligt og legði til síðis, soleiðis at eg ikki noyddist at arbeiða við síðuna av lestrinum annars. Tí kundi eg brúka alla mína tíð uppá lesnaðin og fótbóltin, og tað var eg altíð glað fyri, greiðir hon frá.
Í landsliðshøpi hevur hon eisini mangan gjørt nógv fyri at fáa tingini at ganga upp. Skúlatingini skuldu gerast, hóast skráin í landsliðsleguni var full, og tí hevur Olga Kristina brúkt nógvar av sínum fríløtum á landsliðnum uppá læknalesnað.
– Ta einu ferðina fór eg niður til próvtøku ímillum tveir dystir í einari minikapping. Eg fleyg til Danmarkar kvøldið fyri dystin og hevði fingið so í lag, at eg slapp upp í próvtøku sum tann fyrsta morgunin eftir. Tað var so á dystardegnum. Eg kláraði próvtøkuna og kom so beint heim aftur til Føroya sama dag, soleiðis at eg kundi vera við til dystin, minnist hon.
Upp- og niðurtúrar
Sum øll fótbóltsfólk vita, so gongur tað bæði upp og niður, tá tosað verður um úrslit og avrik.
Spurd, hvør størsta upplivingin við landsliðnum hevur verið, er Olga Kristina skjót at minnast aftur á innleiðandi HM undankappingina á heimavølli í 2017. Føroyar vóru í bólki saman við Luksemborg, Turkalandi og so eisini Montenegro, sum aftur vitjar á Tórsvølli nú.
– Vit vóru uppsettar til hesa kappingina og gleddu okkum eyka nógv til at spæla á heimavølli, tí tað gjørdu vit annars rættiliga sjáldan. Vit vunnu fyrsta dystin móti Luksemborg nokkso greitt og løgdu so merki til, at enn fleiri áskoðarar komu til seinna dystin, sum var móti Montenegro. Vit føldu stuðulin av áskoðaraplássunum sera væl og endaðu eisini við at vinna 2-1 móti Montenegro, fortelur hon.
Føroyskur málfagnaður í 5-1 sigrinum móti Luksemborg 6. apríl 2017.
– Og so kókaði tað bara. Til triðja og avgerandi dystin móti Turkalandi vóru enn fleiri áskoðarar og øll vóru uppi í sokallaða reyða feltinum, tað var heilt fantastiskt. Og vit vunnu eisini. Tryggjaðu okkum pláss í undankappingini, reglugligar dystir eftirfylgjandi tíðina og stemningurini millum fólk var simpulthen fantastiskur, sigur hon.
Men tað slepst heldur ikki undan at viðurkenna, at onkur keðilig løta eisini hevur verið. Mótstøðan á vøllinum hevur stundum verið somikið ógvuslig og elvt til stórtap, sum hava gjørt tað trupult hjá Olgu og liðfeløgunum at reist seg upp aftur.
– Dysturin á Tórsvølli móti Norra í 2019 er næstan ómøguligur at gloyma. Vit taptu stórt og tað tók mær langa tíð at samla meg aftur, og vit máttu eisini leggja oyra til forhánisligar viðmerkingar um okkara avrik. Tað var nokkso hart at reisa seg aftur eftir tað, viðgongur Olga Kristina.
Tí taldist hon eisini millum teirra spentu, tá tosið byrjaði at ljóða um Nations League til kvinnur. Evropeiska fótbóltssamgongan UEFA byrjaði í 2018 Nations League kappingina fyri manslandslið, og á kvinnusíðuni hava nógv lond seinastu árini ynskt ein líknandi kappingarleist við fleiri dystum móti londum úr sama styrkislag.
– Nú byrjar okkara Nations League endiliga, og tað verður so utttan meg. Tað hevði eg fegin viljað fingið við, áðrenn eg steðgi, men løtan at steðga er hóskandi nú, sigur Olga Kristina.
Olga Kristina og liðfelagarnir eftir 3-1 sigur móti Kroatia 11. apríl 2009
Hon greiðir frá, at hon er farin undir serlæknaútbúgving í hæmatologi og tí má flyta aftur til Danmarkar næsta ár. Harumframt gleðir hon seg til at brúka meira tíð uppá onnur áhugamál, eitt nú súkklingina við Team Rynkeby, sum seinastu árini eisini hevur verið ein stórur partur av lívi hennara.
– Eg elski enn fótbólt og gleði meg til at fylgja við, men tað eru eisini onnur ting, sum eg nú havi hug at royna og raðfesta, og tí gevur tað nú meining at lata hesa stafettina víðari, sigur Olga Kristina Hansen at enda.
Í samband við landsdystin í kvøld, verður Olga Kristina heiðrað á vøllinum áðrenn dystarbyrjan sum takk fyri tíðina á landsliðnum.