Í annaðkvøld skal føroyska manslandsliðið á vøllin aftur, tá Georgia, sum á nýggjasta styrkislistanum hjá FIFA er nummar 68 í heiminum, tekur ímóti í venjingardysti á risastóra Dinamo Arena leikvøllinum í Tblisi.
Áðrenn seinastu venjingina undan sjálvum dystinum fekk FSF Varpið orðið á Gunnar Vatnhamar.
Føroyingurin í íslendskum fótbólt gleðir seg til avbjóðingina, ið bíðar, og hóast talan er um venjingardyst, so verður eisini hendan landsliðsuppgávan tikin í størsta álvara, sigur miðverjin millum annað í samrøðuni.