Á aðalfundinum hjá FSF leygardagin varð nýggja strategiin fyri árini 2026–2030 løgd fram. Strategiin ber heitið Saman Framá og setur eina greiða og felags kós fyri menningina av føroyskum fótbólti komandi árini

——————

Strategiarbeiðið er gjørt í tøttum samstarvi við feløg og aðrar áhugapartar í føroyskum fótbólti. Gjøgnum verkstovur, kjak og kanningar eru nógv sjónarmið hoyrd, so strategiin endurspeglar dagsins veruleika og framtíðar mál fyri føroyskan fótbólt.

– Kjarnin í strategiini er einfaldur og greiður: Saman framá. Hetta er meira enn eitt slagorð. Tað er ein arbeiðsháttur og ein staðfesting av, at føroyskur fótbóltur verður best mentur, tá ið vit arbeiða saman – feløg, spælarar, venjarar, dómarar, sjálvboðin, stuðlar og FSF, sigur Christian F. Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya.

Visjónin í Saman Framá er at kveikja eina sterka fótbóltstjóð – har samanhald er grundvøllurin, dygd er eyðkennið og málini ikki hava mørk.

Strategiin byggir á fimm strategiskar súlur: Betri úrvalsavrik, Luttøka í heimsflokki, Kvinnur í fótbólti, Sterkur og sameindur felagsskapur og Vit siga okkara søgu. Saman skulu tær tryggja eina burðardygga menning av føroyskum fótbólti – frá breidd til úrval og í tøttum samstarvi millum FSF og feløgini.

Saman Framá / Strategi 2026-2030 (PDF)