Nýggi venjarin hjá U21-landsliðnum, Ólavur Mikkelsen, hevur kunngjørt hópin til dystin móti Estlandi, sum verður á Djúpumýru í Klaksvík leygardagin 7. juni


– Hetta er ein stór uppgáva, men eg eri ótrúliga glaður fyri møguleikan, og síggi við spenningi fram ímóti at koma í gongd.

Soleiðis segði Ólavur Mikkelsen í mars mánað, tá 33 ára gamli strandingurin skrivaði undir sáttmála við Fótbóltssamband Føroya, ið inniber, at Ólavur fer at standa á odda fyri føroyska U21 landsliðnum næstu tvey árini.

Og fyrsta veruliga uppgávan hjá Ólavi sum U21 landsliðsvenjari var á tiðindafundi á Tórsvølli mánadagin, tá hópurin til fyrsta dystin í komandi EM undankapping var kunngjørdur.

Talan er í stóran mun um ein nýggjan hóp, við nógvum spennandi spælarum.

Í komandi EM undankapping eru Føroyar í bólki saman við Estlandi, Íslandi, Luksemborg, Sveis og Frankaríki. Ólavur og hansara menn leggja fyri leygardagin 7. juni klokkan 18:00, tá Estland kemur á vitjan á Djúpumýru í Klaksvík.

Hópurin
Rasmus Olsen, FC Suðuroy
Hans Jákup Arngrímsson, Víkingur
Aron Reinert Hansen, B68 Toftir
Jákup Vilhelmsen, B68 Toftir
Jónas Prior, 07 Vestur
Ingi Arngrímsson, Víkingur
Virgar Jónsson, EB/Streymur
Bjarti Thorleifsson, Skála ÍF
Jógvan Gullfoss, B36 Tórshavn
Mattias Hellisdal, B36 Tórshavn
Árni Nóa Atlason, Víkingur
Dávid Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík
Heini Sørensen, HB Tórshavn
Hanus Højgaard, B68 Toftir
Marjus Nón, B68 Toftir
Silas Gaard, 07 Vestur
Áki Samuelsen, Ranheim Fotball (Noreg)
Jóhan Josephsen, B68 Toftir
Bartal Páll Klein, HB Tórshavn
Aron Benjaminsen, Kristiansund BK (Noreg)

Símun Christian Olsen frá KvF ger samrøðu við nýggja U21 landsliðsvenjaran, Ólavur Mikkelsen – Mynd: Hans Erik Danielsen