Tey kongabláu úr Klaksvík fóru við flestu heiðrunum til ársins spælara tiltak, sum FM 1 og Portalurin skipaðu fyri á Hotel Hilton leygardagin


Sólja Ernstdóttir og Árni Frederiksberg, bæði úr KÍ eru ársins spælarar hjá kvinnum og monnum.

Hetta gjørdist greitt á ársins spælara tiltaki, sum varð fyriskipað á Hotel Hilton í Havn seinnapartin leygardagin.

Í alt tjúgu heiðrar vórðu latnir, umframt at ársins lið hjá bæði kvinnum og monnum blivu mannað. Fyrsti heiður, ið bleiv latin, var Fair Play steypið, sum í ár fór til fremsta manslið hjá KÍ.

Hinir heiðrarnir vórðu byttir ímillum KÍ, NSÍ, Skála og HB, og harafturat átti Víkingur ein spælara á ársins liði hjá kvinnum. Ársins dómarar gjørdust Andras Frederiksberg og Eiler Rasmussen hjá ávikavist kvinnum og monnum.

Ársins málskjúttar
Heidi Sevdal (NSÍ) og Klæmint Andrasson Olsen (NSÍ)

Ársins venjarar
Allan Drost (KÍ), Magnus Powel (KÍ) og Pauli Poulsen (Skála / 1. deild menn)

Ársins dómari
Andras Frederiksberg (kvinnur) og Eiler Rasmussen (menn)

Ársins málverjar
Óluva Allansdóttir Joensen (KÍ) og Mark Fabricius Jensen (KÍ)

Ársins verjuspælarar
Tórunn Højgaard Joensen (KÍ) og Odmar Færø (KÍ)

Ársins miðvallarar
Eyðvør Klakstein (KÍ) og Brandur Hendriksson Olsen (NSÍ)

Ársins áleyparar
Heidi Sevdal (NSÍ) og Árni Frederiksberg (KÍ)

Ársins ungi spælari
Sara Benjaminsen (Skála) og Heini Fossdalsá Sørensen (HB)

Ársins spælarar
Sólja Ernstdóttir (KÍ) og Árni Frederiksberg (KÍ)

Ársins lið kvinnur
Málverji: Óluva Allansdóttir Joensen (KÍ)
Vinstri bakkur: Tórun Højgaard Joensen (KÍ)
Miðverji: Birita Ryan (KÍ)
Miðverji: Mona Rasmusdóttir (Víkingur)
Høgri bakkur: Teresa Jacobsen (HB)
Miðja: Sanna Svarvadal (KÍ)
Miðja: Eyðvør Klakstein (KÍ)
Vinstri vongur: Fridrikka Clementsen (HB)
Høgri vongur: Sólja Ernstdóttir (KÍ)
Áleypari: Tóra Mohr (KÍ)
Áleypari: Heidi Sevdal (NSÍ)

Ársins lið menn
Málverji: Mark Fabricius Jensen (KÍ)
Vinstri bakkur: Fabian Østigård Ness (NSÍ)
Miðverji: Odmar Færø (KÍ)
Miðverji: Gaston Nicolas Tellechea (Kí)
Høgri bakkur: Jóannes Kalsø Danielsen (Kí)
Miðja: Brandur Hendrikson Olsen (NSÍ)
Miðja: Jákup Biskopstø Andreasen (KÍ)
Vinstri vongur: Petur Knudsen (NSÍ)
Høgri vongur: Árni Frederiksberg (KÍ)
Áleypari: Klæmint Andrasson Olsen (NSÍ)
Áleypari: Emil Grønn Pedersen (HB)

Ársins lið hjá kvinnum og monnum – Mynd: Sverri Egholm / portal.fo